Visión
Okkara visión er, at Keldan skal vera ein andaligur miðdepil fyri allar Føroyar, og at menniskju úr øllum landinum skulu koma saman at uppliva Guds vekingaranda í Kelduni.
Okkara visión er, at Keldan skal vera ein Guds kraftkelda, sum floymir út til alt okkara land og fólk, so at menniskju og landið verður umbroytt.
Endamál
Okkara endamál er at náa menniskju við evangeliinum um Kristus og við Hansara kraft, so menniskju verða frelst, loyst, grødd og sett í stand til at tæna Harranum og gerast Jesu lærisveinar.
Matt. 28, 18-20; Mark. 16, 15-18, Róm. 15, 18-19; Ef. 4,11-15
Vit vilja vera eitt andaligt heim, har menniskju fáa føði úr Guds orði og høvi at tæna, og soleiðis vaksa og gerast sterk, bæði andaliga og sálarliga.
1.Pæt 5,2-3; 2. Kor. 11,28; 1. Kor. 4,15; Ef. 4,11-15; Áp. 2,42