Barnamøti í Kelduni er hvønn sunnudag. Vit byrja við at øll (ung og gomul) samlast í kafeteriuni til kaffi frá kl. 10:45. Síðan verður farið inn í stóra sal til felagsløtu og lovsong. Áleið kl. 12 kemur ein tekstur uppá stórskýggjan, sum sigur, at nú kunnu børnini fara á barnamøti, og at barnaansingin er opin. Annan hvønn sunnudag eru øll børnini saman á barnamøti, og annan hvønn sunnudag er junior fyri teimum frá 4. fl. og eldri. Tá fara tey ikki á barnamøti, men samlast í eini stovu, har tey hava undirvísing og hugna.
Barnamøtið varir í áleið 1 tíma. Fyrst er ein felagsløta, har vit m.a. syngja saman, læra minnisvers, hoyra bíbliusøgu, hoyra ella síggja ein stuttan boðskap, hava innsavnan til 3 børn, sum vit stuðla, og syngja fyri teimum børnum, sum hava havt føðingardag. Eftir hesa løtu, verður farið í bólkar. Barnaansing er fyri tey yngstu - upp til 4 ár. Yngsti bólkur er frá 4 ár til og við forskúlaaldur. Mittasti bólkur er frá 1.- 3. flokk. Elsti bólkur er frá 4. flokki og eldri. Í bólkunum er ymiskt á skránni. T.d. bíbliusøga, tosað um ymisk evni, biðja saman, gera okkurt kreativt, hava onkra kapping o.a.