Hvat er meiningin?

Hevur tú nakrantíð spurt teg sjálvan:

Hvat er meiningin við lívinum? Hví eri eg her? Finst nakað meira enn tað, eg síggi rundan um meg?

Hetta eru spurningar, sum menniskju hava hugsað um í øldir.

Kanska hevur tú skannað hesa QR-kotuna av tilvild, ella kanska tú júst nú leitar eftir svarum. Hvat enn førdi teg higar, ert tú hjartaliga vælkomin.

Vit trúgva, at Gud hevur skapt teg við einum endamáli, og at Hann ynskir eitt persónligt samband við teg. Ígjøgnum Jesus Kristus bjóðar Gud okkum vón, fyrigeving og eina djúpari meining við lívinum. Vit vóna, at tað, tú finnur her, kann hjálpa tær víðari á tíni leitan eftir sannleika, vón og meining.

Matt. 7:7 Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!

 
 

Her er eitt kort yvir hvar tær ymisku kirkjur og samkomur eru í Føroyum

Tú ert vælkomin at fylla út frymilin niðanfyri, so kontakta vit teg skjótast gjørligt. Tað, sum tú skrivar, verður sent í mail til tann, sum hevur ábyrgd av hesum, tað sum tú fyllur út framgongur ikki aðrastaðni.

Lat okkum kontakta teg