Uppfylging

Uppfylging

Uppfylging er ein tænasta, sum fokuserar uppá lærisveinaskap. Hon er serliga ætla menniskjum, sum eru nýfrelst ella ungu í trúnni. Í Kelduni ynskja vit at øll í samkomuni fara ígjøgnum Uppfylging.

Gjøgnum 8 vikur møtast tveir persónar "ein til ein", vegleiðarin og tann, ið fær Uppfylging, einaferð um vikuna og fara tilsamans ígjøgnum 8 undirvísingar.

Endamálið við Uppfylging er at geva menniskjum grundleggjandi undirvísing í Guds orði, knýta góðar relatiónir og hjálpa menniskjum at blíva enn meiri virkin í samkomulívinum.

Uppfylging er við til at hjálpa menniskjum, yngri og eldri, at blíva blíva plantaði í Gudi og í samkomuni.

Ynskir tú at fáa Uppfylging? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Óla Abrahamsen, sum er leiðari fyri hesa tænastu.

Óli Abrahamsen

Spyr um uppfylging