Um tú ber brek

Um tú ert blindur

Er ein blindur, er møguligt at fáa hjálp at koma runt áðrenn og aftaná møtið.

Møtivertar standa við hurðina til hvørt møti og kunna hjálpa.

Hoyritarn

Til tey í hava hoyritarn er møguleiki at brúka appina sum verður nýtt til tulking, á appini eru tvey spor, eitt sum koyrir ljóði frá talaranum beinleiðis út á føroyskum og eitt spor sum tulkingin ferð út á. Um tørvur er á hjálp við hesum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við møtivertarnar. 

Appin eitur "ListenWIFI".

Gevið gætur! Um hoyritólið hevur bluetooth, kann hetta ljóði fara beinleiðis har til, um tú ikki hevur hoyritól er gott um tú tekur headsett ella oyra mikrofonir við sum eru knýttar at tínari telefon.

Rørslutarn

Um tú ert rørslutarnaður, ynskja vit at gera umstøðurnar so smidligar sum gjørligt fyri at kunna koma runt í bygninginum. Niðanfyri er kunning um nøkur av hesum viðurskiftum.
 
Atkoma - Koyrandi er heilt niðan til inngongdina, har eitt handikappparkeringspláss er tøkt. Ein gonguteigur er frá parkeringsplássinum og til inngongdina. Hesin gonguteigur hevur einki trin frá høgru síðu. Gonguteigurin hevur eina hædd á 10 cm.

Hurðar - Høvuðsdyrnar eru 91 cm breiðar, og møguligt er at lata síðuhurðina upp eisini. Hurðarnar inn í salin, kaffiteriuna, skúlabygningin og barnasalin eru allar dupulthurðar.

Vesi - Í gongini inn til salin er eitt handikappvesi tøkt umframt eitt í skúlabygninginum.

Hæddir - Salurin er í tveimum hæddum. Á ovaru hædd er balkong og skrivstovuhølir. Tað eru einans trappur til ovaru hæddina.

Í skúlabygninginum eru 4 hæddir. Ein lyfta er tøk til allar hæddirnar.