Uppfylging
Uppfylging er ein tænasta, sum fokuserar uppá lærisveinaskap. Hon er serliga ætlað menniskjum, sum eru nýfrelst ella ung í trúnni. Í Kelduni ynskja vit, at øll í samkomuni fara ígjøgnum uppfylging.
Gjøgnum 8 vikur møtast vegleiðarin og tann, ið fær uppfylging, eina ferð um vikuna og fara tilsamans ígjøgnum 8 undirvísingar.
Endamálið við uppfylging er at geva menniskjum grundleggjandi undirvísing í Guds orði, knýta góðar relatiónir og hjálpa menniskjum at blíva enn meiri virkin í samkomulívinum.
Uppfylging er við til at hjálpa menniskjum, yngri og eldri, at blíva blíva plantað í Gudi og í samkomuni.
Ynskir tú at fáa uppfylging? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Óla Abrahamsen, sum er leiðari fyri hesa tænastu.