Møtivertar
Á hvørjum møti ella tiltaki, ið er í Kelduni, standa møtivertar í hurðini við einum smíli og bjóða tær vælkomnum. Møtivertarnir møta áðrenn møtið og gera klárt, og eftir at møtið er liðugt, rudda teir.
Møtivertarnir hava ábyrgdina av at hjálpa til við ymiskum praktiskum í sambandi við møtini. Eisini er ein stórur partur av hesari tænastu at fáa fólk at kenna seg vælkomnan og fáa tey at føla seg sum heima.