Missión
Í Matteus 28:19 stendur soleiðis: “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar...”
Í tráð við hetta, stuðlar Keldan ymiskum hjálpararbeiði í útlondum, trúboðarum og øðrum.
T.d. stuðlar Keldan parinum Steven og Anniku Everett, sum virka í Turkalandi og YWAM Føroyar.
Eisini verður arbeiðið NLAI hjá hjúninum Susanne og Leif Madsen í Nakuru, Kenya stuðlað
(http://www.newlife-africa.org/).
Keldan stuðlar bæði fíggjarliga og í bøn.
Fíggjarligur stuðul til missión kann latast á konto 9181 - 1231369.
Búgvi V. Olsen, Leif og Annika Høj eru leiðarar fyri missiónsarbeiðið í Kelduni