Húsbólkar

Í Kelduni eru fleiri húsbólkar, sum røkka ymiskum málbólkum. Vit hava t.d. ungdómsbólkar, bønarbólkar, familjubólkar og hjúnarbandsbólkar. Bøn, Guds orð og felagsskapur er grundarlagið fyri húsbólkunum.

Teir flestu húsbólkarnir savnast antin aðru ella triðju hvørja viku, og summi savnast eina ferð um mánaðin. Í húsbólkum verður tosað um viðkomandi andalig evni, sum leiðarin leggur til rættis. Aftan á hetta er vanliga ein kaffimuður at fáa. Soleiðis verður samanhaldið millum samkomulimirnar styrkt. Keldan ynskir, at øll gerast partur av einum húsbólki. Eisini tey, sum ikki vanliga ganga í Kelduni, eru vælkomin í húsbólk.

Í húsbólkaleiðsluni eru: Búgvi V. Olsen, Oda á Fríðufløtum, Annika Høj, Rannvá Royðutoft.

Búgvi V. Olsen er leiðari fyri tænastuna