Barnaarbeiði

Barnamøti í Kelduni er hvønn sunnudag. Vit byrja við at øll (ung og gomul) samlast í kafeteriuni til kaffi frá kl. 10:45. Síðan verður farið inn í stóra sal til felagsløtu og lovsong. Áleið kl. 12 kemur ein tekstur uppá stórskýggjan, sum sigur, at nú kunnu børnini fara á barnamøti, og at barnaansingin er opin. Annan hvønn sunnudag eru øll børnini saman á barnamøti, og annan hvønn sunnudag er junior fyri teimum frá 4. fl. og eldri. Tá fara tey ikki á barnamøti, men samlast í eini stovu, har tey hava undirvísing og hugna.
Barnamøtið varir í áleið 1 tíma. Fyrst er ein felagsløta, har vit m.a. syngja saman, læra minnisvers, hoyra bíbliusøgu, hoyra ella síggja ein stuttan boðskap, hava innsavnan til 3 børn, sum vit stuðla, og syngja fyri teimum børnum, sum hava havt føðingardag. Eftir hesa løtu, verður farið í bólkar. Barnaansing er fyri tey yngstu - upp til 4 ár. Yngsti bólkur er frá 4 ár til og við forskúlaaldur. Mittasti bólkur er frá 1.- 3. flokk. Elsti bólkur er frá 4. flokki og eldri. Í bólkunum er ymiskt á skránni. T.d. bíbliusøga, tosað um ymisk evni, biðja saman, gera okkurt kreativt, hava onkra kapping o.a.
Endamál (fyri alla samkomuna): Okkara endamál er at náa menniskju við evangeliinum um Kristus og við Hansara kraft, so menniskju verða frelst, loyst, grødd og sett í stand til at tæna Harranum og gerast Jesu lærisveinar. Vit vilja vera eitt andaligt heim, har menniskju fáa føði úr Guds orði og høvi at tæna og soleiðis vaksa og gerast sterk, bæði andaliga og sálarliga.

Í leiðsluni fyri barnaarbeiði eru:

Sunniva Højgaard

Steffan Frederiksberg

Oddvør Jacobsen