Leiðreglur um ágang
Leiðreglur at fyribyrgja ágangi móti børnum og ómyndigum í samkomuarbeiði
Hesar leiðreglur eru gjørdar fyri at fyribyrgja:
- At børn í kristiliga arbeiðinum verða fyri ágangi.
- At tænastufólk verða órættvíst ákærd fyri ágang.
- At tænastufólk koma í støður, har lætt er at koma barninum ov nær.
Hvat er ágangur?
Ágangur kann vera likamligur og sjónligur. Men ágangur kann eisini vera duldur, tá talan er um
sálarligan, kynsligan ella andaligan ágang. Ágangur av øllum slagi er niðurbrótandi.
1. Likamligur ágangur fer fram, tá onkur t.d. verður sligin, bukaður, sparkaður, skumpaður
ella píndur.
2. Sálarligur ágangur fer fram, tá onkur t.d. verður hóttur, happaður ella niðurgjørdur.
3. Andaligur ágangur fer fram, tá onkur t.d. beinleiðis ella óbeinleiðis verður noyddur til at
játta trúgv á Jesus, at biðja, vitna ella noyddur til at verða samdur, ikki at hava frælsi til at
hugsa sjálvur. At forða einum at siga frá ávísum kenslum við t.d. at siga "Soleiðis ger ein
trúgvandi ikki..." og at hótta við Guds straff.
4. Kynsligur ágangur fer fram, tá ein vaksin ella onkur, sum er nøkur ár eldri, brúkar eitt
barn ella ungan, til at nøkta sínar egnu kynsligu lystir og tørvir t.d. við:
a. At tvinga ein at hyggja at ella taka lut í eini gerð, sum hevur kynsligt eyðkenni.
b. At tvinga ein at nema við kynslimirnar.
c. At standa og lúra til tess at síggja kynslimirnar ella við at tosa um teir.
d. Samlega og annað beinleiðis kynsligt samband.