Vit stroyma beinleiðis aftur um
Vit stroyma beinleiðis
  • Samkoman
  • Frískúlin
  • Tónleikur
  • Tiltøk
  • Tænastur
  • Miðlasavn
  • Stroyma

Søga

Frískúlin, Keldan byrjaði sítt virksemið í 2010 við einum forskúlaflokki og einum 1. flokki.


Tilsamans vóru tá 19 børn á skúlanum. Síðani er ein nýggjur forskúli komin á hvørjum ári, umframt nøkur nýggj børn, sum eru komin í hinar árgangirnar.


Stutt um frískúlan

Tað er samkoman Keldan, Skálafirði, sum hevur stovnað frískúlan, Keldan. Forskúli, skúli og frítíðarstova verða á sama staði.

Hølini í Kelduni eru nýmótans og væl egnað til skúlavirksemi, og er umhvørvið í Skálafirði eisini góður karmur um hetta virksemið.

Skúlin er fyri allar næmingar. Málið er at integrera næmingar við serligum tørvi saman við tí vanliga flokkinum, í mest møguligan mun. Dentur verður lagdur á eitt gott samstarv við foreldrini, har tey eru ein virkin partur av skúlanum.

Skúlin fylgir lesiætlanini fyri fólkaskúlan.

Frískúlin fær 85% í stuðli frá landsmyndugleikanum, og foreldrini gjalda 15%.

 

Vitja heimasíðu skúlans her: Frískúlin Keldan

Vilt tú fylgja við, hvat hendir hjá okkum á facebook?
Dáma okkum á Facebook
Vilt tú síggja fangandi myndinar hjá okkum?
Fylg okkum á Instagram
Vilt tú stuðla arbeiðinum í Kelduni fíggjarliga?
Gev fíggjarliga gávu
Samkoman Keldan
Skálafjarðavegur 26, 485 Skálafjørður
Tlf: 442 500, T-post: keldan@keldan.fo
Privatlívspolitikkur
Stillingar fyri kennifílur
Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media