Veitslumøti
Sunnudagar eru møti kl. 11.00. Byrjað verður við kaffi kl.11.00 til kl.11.20, tá farið verður í salin. Hesi møti verða kallað ”veitslumøti”. Á veitslumøtum siga vit, at ”familjan” (samkoman) samlast, men sjálvsagt eru onnur enn tey, sum hoyra til samkomuna, eisini vælkomin at verða við. Vanliga verður nógv gjørt burturúr lovsangi á hesum møtum og síðani er ein tala. Áðrenn taluna fara børnini inn í barnasalin, har sunnudagsskúlin bjóðar teimum okkurt spennandi.
Av og á er møguleiki at keypa døgurða eftir møtið - lýst verður í skránni, nær tað er, og nær freistin fyri at tekna seg til døgurðan er úti.