Læran
Vit trúgva, at Gud er ein og skapari alheimsins. Gud er opinberaður í trimum persónum: Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin.
1.Mós. 1,1; 1,26; Matt. 3, 16-17; 28, 19
Vit trúgva, at øll menniskju eru skapt í mynd Guds og ætlað at liva í inniligum samfelagi við Hann.
1.Mós. 1,27; Sálm. 25,14; Ják. 4,8; Jóh. 17,3
Vit trúgva, at øll Bíblian er Orð Guds og er innblást av Gudi. Guds Orð er hægsti myndugleiki hjá tí kristna og vísir Guds ætlanir fyri menniskjað.
2.Tim.3, 16; 2.Pæt. 1, 21
Vit trúgva, at Jesus doyði á krossinum og gav Sítt lív fyri at frelsa øll menniskju frá syndini og at leiða tey aftur til Gud. Vit trúgva, at Gud reisti Jesus upp fra hinum deyðu og setti Hann við høgru síðu Sína.
Jóh. 19, 28-33, Ef. 2,13-14; Kol. 2, 13-15; Jóh. 3,16; Hebr. 1, 3
Vit trúgva, at menniskju verða frelst og grødd við trúgv á Jesus Kristus og á tað, sum Hann gjørdi á krossinum. Við umvending og trúgv fáa vit lut í Guds náði. Tey, sum vraka Jesus, verða fortapt.
Róm. 5, 1-2; 10, 9-10;Jóh. 1,12; 3, 36; Áp. 4,17-26; Ef. 2, 8-9; 1.Pæt. 2, 24
Vit trúgva, at øll trúgvandi eiga at vaksa og gerast meira lík Jesusi. Gud hevur heilaggjørt øll trúgvandi, tá ið tey vórðu endurfødd, og eitt lív í heilaggering eigur at eyðkenna tey trúgvandi.
Ef. 4, 11-15; 1.Pæt. 1,2; 2,1-5; 1.Tess. 4, 3-8; Tit. 2, 11-14
Vit trúgva, at fylling og dópur Heilaga Andans er fyri øll trúgvandi. Gávur (ofta nevndar náðigávur) verða við Heilaga Andanum givnar teimum trúgvandi fyri at styrkja samkomuna og fyri fremja Guds vilja á jørð.
Áp. 1,8; Áp. 10,44-46; Áp. 2,1-4; Áp. 19,1-7; 1. Kor. 1,7; 12,7-11; 14,1; Róm. 12,6
Vit trúgva, at samkoman er likam Kristusar og er kallað at prædika evangeliið fyri øllum fólkasløgum, at gera øll fólksløg til lærisveinar Hansara og at fremja Guds vilja og verk á jørð. Øll tey endurføddu eru partur av samkomu Guds. Vit trúgva, at sannur einleiki eigur at eyðkenna alt Guds fólk.
Matt. 28,18-20; Mark. 16, 15-20; Róm. 12, 4-5; 1.Kor. 12, 12-14; Ef. 1, 22-23; Jóh. 17,21-23
Vit trúgva, at tey trúgvandi javnan eiga at hava breyðbróting til minnis um Jesu verk á krossinum. Henda minnismáltíð er ein kraftfull proklamatión av sigri Jesusar á deyða, synd, sjúku og trældómi.
Luk. 22, 17-20; 1.Kor. 11, 23-34; Áp. 2, 42
Vit trúgva, at vatndópurin er ein ímynd av einum trúgvandi, ið hevur gjørt seg til eitt við deyða og uppreisn Jesusar. Dópurin er tekin uppá eitt satt lærisveinalív og er ein vitnisburður um trúgv á Kristus.
Matt. 28,.19; 1.Pæt .3,21; Róm.6,4-11
Vit trúgva, at Jesus kemur aftur at taka øll, sum trúgva á Hann, heim til Sín.
Matt. 24, 29-51; Áp. 1, 11; 1.Kor. 15,51-58; 1.Jóh. 3, 2