Vit stroyma beinleiðis aftur um
Vit stroyma beinleiðis
  • Samkoman
  • Frískúlin
  • Tónleikur
  • Tiltøk
  • Tænastur
  • Miðlasavn
  • Stroyma
  • Virksemi
  • Leiðsla
  • Gerst virkin
  • Smábarnafamiljur
  • Um tú ber brek
    • Blind
    • Hoyribrekað
    • Rørslutarnað

Vælkomin í Kelduna

Hvørji eru vit?
Keldan er ein karismatisk, evangelisk frísamkoma, sum byrjaði sítt virki í 1987, aftan á at tann karismatiska vekingin, sum tað verður kallað, virkaði og endurnýggjaði nógvar samkomur runt alt Føroya land.

 

Sum samkoma hava vit nøkur greið mál ella visiónir, sum vit arbeiða eftir. Her leggja vit eisini dent á at virka saman við øllum Kristi likami her á landi, tað eru tey, sum vilja fremja og varðveita tey andaligu virðini og mentanina, sum hetta land er grundað á.

 

Endamál
Vit boða Guds fulla ráð, sum er tað evangeliið, sum frelsir, grøðir og setir menniskju í stand til at tæna Harranum og koma inn í ta fullkomnu ætlan, ið Gud hevur lagt til rættis fyri okkum. Hetta er evangeliið, ”tey góðu tíðindini”, um Jesus Kristus, sum doyði og reis upp, og sum verður boðað av alheimskirkjuni um allan heim.

 

Vit hava nógv ymiskt og fjølbroytt virksemi og tænastur, sum virka í og frá samkomuni. Vit hava t.d. barnaarbeiði/sunnudagsskúla, juniortænastu, ungdómsarbeiði, húsbólkar, veitslumøti sunnudagar, legur, skeið og tónleikatiltøk.

 

Hvat annað hevur Keldan at bjóða?
Av tí, at vit hava sera góðar karmar, kunnu vit virka sera breitt og savna nógv fólk til serlig tiltøk, t.d. stevnur og tónleikafestivalar. Vit hava ein sal, sum hevur á leið 800 sitipláss, matarhøll við 250 sitiplássum og fleiri onnur høli til tað fjølbroytta virksemið, ið er í Kelduni.

 

Vit hava eisini trúðboðaravirksemi. Við hesi tænastu vilja vit spreiða evangeliið út í onnur lond.

Keldan rekur frískúla, ið varð settur á stovn í 2010. Forskúli og frítíðarstova eru eisini partur av frískúlanum.

 

Eg vil bjóða tær vælkomnum í Kelduna. Hvørt leygarkvøld og sunnudagar eru møtir, sí skránna.
Sunnudagsmøtini verða send beinleiðis á hesi heimasíðu.

Vinaliga
Pauli og Jastrid Høj, samkomuleiðarapar

Vilt tú fylgja við, hvat hendir hjá okkum á facebook?
Dáma okkum á Facebook
Vilt tú síggja fangandi myndinar hjá okkum?
Fylg okkum á Instagram
Vilt tú stuðla arbeiðinum í Kelduni fíggjarliga?
Gev fíggjarliga gávu
Samkoman Keldan
Skálafjarðavegur 26, 485 Skálafjørður
Tlf: 442 500, T-post: keldan@keldan.fo
Privatlívspolitikkur
Stillingar fyri kennifílur
Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media