Vit stroyma beinleiðis aftur um
Vit stroyma beinleiðis
  • Samkoman
  • Frískúlin
  • Tónleikur
  • Tiltøk
  • Tænastur
  • Miðlasavn
  • Stroyma
  • Virksemi
  • Leiðsla
  • Gerst virkin
  • Smábarnafamiljur
  • Um tú ber brek
    • Blind
    • Hoyribrekað
    • Rørslutarnað

Smábarnafamiljur

Keldan ynskir, at allar smábarnafamiljur skulu kenna seg vælkomnar í Kelduna, og tí eru serligar umstøður til tey heilt smáu.

 

Smábarnarúm

Eitt smábarnarúm er knýtt at salinum, har foreldur/avvarandi kunnu vera við smábørnunum. Her er møguleiki at fylgja við møtinum, av tí at rútar eru inn í salin, og hátalarar eru í rúminum. Rúmið er ljóðdempað, soleiðis at onki hoyrist frá smábarnarúminum inn í salin.

 

Barnaansing

Undir møtinum er møguleiki hjá børnum í aldrinum 0-4 ár at fara í barnaansing. Hetta er skipað barnaansing, har nøkur vaksin ansa eftir teimum smáu børnunum, soleiðis at foreldur kunnu fáa møtið við. Barnaansingin er samstundis sum sunnudagsskúlin, og boð verða givin á møtinum, tá barnaansingin byrjar.

 

Annað

Á handikappvesinum í høvuðsgongini er ein skiftipúta, og har er møguleiki at skifta børnunum.

Í matstovuni eru nakrir barnastólar, soleiðis at tey smáu børnini eisini sleppa at sita við borðini.

Vilt tú fylgja við, hvat hendir hjá okkum á facebook?
Dáma okkum á Facebook
Vilt tú síggja fangandi myndinar hjá okkum?
Fylg okkum á Instagram
Vilt tú stuðla arbeiðinum í Kelduni fíggjarliga?
Gev fíggjarliga gávu
Samkoman Keldan
Skálafjarðavegur 26, 485 Skálafjørður
Tlf: 442 500, T-post: keldan@keldan.fo
Privatlívspolitikkur
Stillingar fyri kennifílur
Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media