Vika 7
Hendan vikan í Kelduni hevur havt nógv at bjóða – bæði av andaligari føði og felagsskapi.
Mikudagin hevði Kafé Keldan opið við grill á matskránni, og kl. 19 var bíbliuundirvísing, har Búgvi undirvísti um Guds eginleikar. Leygarkvøldið greiddi Bjørgfinnur frá - á ein væl undirbygdan hátt - hvussu Gud ynskir ”EIN TIL EIN”-samband við hvønn og ein. Sunnudagin vóru tað fleiri, ið myndaðu møtið við frásagnum og vitnisburðum um Guds trúfesti og grøðing. Aftaná møtið var góður døgurði til keyps, sum Sverri og Hjalmar stóðu fyri at gera. Vikuskiftismyndir: Hanna Frederiksberg |