Vika 19
Hetta var vikan, vit leingi hava bíðað eftir.....tá vit aftur kundu hittast í Kelduni til møtir. Sanniliga gleðiligt, men enn vantar okkum, at øll kunnu savnast í senn og eisini drekka kaffi og práta saman. Hetta kunnu vit gleða okkum til.
Leygarkvøldið var Awake - frá hjarta til hjarta. Í høvuðsheitum var bøn og lovsangur á skránni. Á møtinum sunnudagin talaði Ólavur Jacobsen, og evnið var: "Okkara samleiki í Kristusi". Barnamøti var á netinum, sum tað hevur verið seinastu tíðina. Myndir: Silja Frederiksberg, Lydia Frederiksberg & Dávid í Lág |