Vika 18
Leygarkvøldið sóu vit, at Bjørgfinnur og Pætur vóru biltúr við upptøkutólinum. Teir koyrdu runt og vitjaðu fleiri ung á Skálafjørðinum, sum greiddu frá og komu við einari uppmuntran.
Sunnudagin høvdu Birita og Búgvi Olsen ein kveikjandi boðskap um hjúnabandið. Á barnamøtinum hava Sunniva og Tóri eina røð í trimum pørtum um Paulus. Fyrsti partur var síðsta sunnudag, og síðsti partur verður næsta sunnudag. |