Vika 12
Hesa vikuna hava vit hildið á at havt samkomu á netinum. Undarligt er at hava eina samkomu uttan bygning og uttan beinleiðis samfelag – men takk til tey dugnaligu, ið geva okkum sang og andaliga føði út í stovur okkara.
Hesa vikuna vóru aftur trý møtir Online. Leygarkvøldið hoyrdu vit Fríða Sigurðsson tosa um evnið: “Hvar er títt fokus?” Sunnudagin talaði Búgvi Olsen út frá evninum: “Óttast ikki, trúgv bert”. Á barmamøtinum var tað Birita Olsen, ið fortaldi søguna um Móses. Myndirnar frá upptøkudegnum hevur Dávid í Lág tikið. |