Barnaansing
Til hvørt sunnudagsmøtið, er barnaansing í Kelduni, fyri børn, ið eru ov lítil til sunnudagsskúlan. Barnaansingin er samstundis sum sunnudagsskúlin, og er í hølum í skúlabygninginum, har leikur og annað er til tey smáu børnini. Tað eru altíð tvey ella fleiri, ið ansa børnunum til hvørja barnaansing. Foreldur ella avvarandi kunnu fylgja børnunum inn í barnaansingina tá hon byrjar, og koma síðani eftir børnunum aftur, tá møtið er liðugt.