Húsbólkar
Í Kelduni eru fleiri húsbólkar, sum røkka ymiskum málbólkum. Vit hava t.d. ungdómsbólkar, bønarbólkar, familjubólkar og hjúnarbandsbólkar. Bøn, Guds orð og felagsskapur er grundarlagið fyri húsbólkunum.
Teir flestu húsbólkarnir savnast einaferð um vikuna ella aðru hvørja viku. Í húsbólkum verður tosað um viðkomandi andalig evni, sum leiðarin leggur til rættis. Aftaná hetta er vanliga ein kaffimuður at fáa. Soleiðis verður samanhaldið millum samkomulimirnar styrkt. Keldan ynskir, at øll gerast partur av einum húsbólki. Eisini tey, sum ikki vanliga ganga í Kelduni, eru vælkomin í húsbólk.
Í húsbólkaleiðsluni eru: Búgvi V. Olsen, Oda á Fríðufløtum, Annika Høj, Rannvá Royðutoft og Tóri Højgaard.
Búgvi V. Olsen er leiðari fyri tænastuna.