Vit stroyma beinleiðis aftur um
Vit stroyma beinleiðis
  • Samkoman
  • Frískúlin
  • Tónleikur
  • Tiltøk
  • Tænastur
  • Miðlasavn
  • Stroyma

Hjúnarbandstænastan

Hjúnarbandstænastan hevur sum endamál at skipa fyri tiltøkum og skeiðum, sum kunna vera við til at styrkja um hjúnarbondini, bæði í samkomuni hjá okkum og hjá hjúnum uttan fyri samkomuna, sum hava hug til at koma við til tiltøkini. Harafturat kann hon fáa til vega ráðgeving ella hjálp til pør, sum hava trupulleikar í hjúnarbandinum.

Keldan sum samkoma leggur stóran dent á, at tað er ein fyritreyt fyri trivnaðin og framgongdina í samkomuni, at tað eru sterkar og sunnar familjur, sum eru partur av samkomuni. Tí hevur samkoman eina tænastu, sum arbeiðir við at stuðla hjúnarbondunum, sum eru grundleggjandi fyri trivnaðin í familjuni. Í løtuni eru tað 4 pør, sum í felag standa fyri arbeiðinum við hjúnarbondum. Sum dømi um tiltøk, vit hava havt, kunnu nevnast hjúnarbandsskeið, PREP-skeið og temadagar.

Vit halda, at tað er ein andalig dimensión í hjúnarbandinum, men viðurkenna, at tað eisini er brúk fyri einum praktiskum innfallsvinkli, sum kann geva hjúnum amboð at arbeiða við til dagligt í samband við samskifti, og hvussu hjún annars best fáa eitt eydnuríkt hjúnarband.

Ætlanin er tí eisini frameftir at skipa fyri tiltøkum og skeiðum, sum kunna vera við til at hjálpa og stuðla hjúnum, sum hava hug ella tørv á tí. Tiltøkini verða lýst bæði í øðrum samkomum og í miðlum.

Í tænastuni eru eru Alice og Jónhard Frederiksberg, Maria og Djóni á Boðanesi, Birita og Búgvi Olsen, Lydia og John Bjarni Frederiksberg.

Vilt tú fylgja við, hvat hendir hjá okkum á facebook?
Dáma okkum á Facebook
Vilt tú síggja fangandi myndinar hjá okkum?
Fylg okkum á Instagram
Vilt tú stuðla arbeiðinum í Kelduni fíggjarliga?
Gev fíggjarliga gávu
Samkoman Keldan
Skálafjarðavegur 26, 485 Skálafjørður
Tlf: 442 500, T-post: keldan@keldan.fo
Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media