Hvør er Maibritt H. Johansen?
Kodio, 06.03.2015

Navn:

Maibritt Højgaard Johansen

 

Aldur:

27 ára ung

 


Hvar býrt tú:

Gerðavegur 6, Strendur


Hvar ert tú uppvaksin:

Eyrgøta 17, Strendur


Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Frí, stuttlig, lærurík og góð.


Hvat gert tú til dagligt?
Arbeiði á Vaðhorn (fiskavirki).

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Eg havi arbeitt har inn og út, arbeitt eitt sindur og so út at ferðast og nú spari eg upp til at fara í skúla aftur.

 

Hvat gert tú í frítíðini?
Brúki tíð við Guði, tá eg ikki eri ov sløv (tíbetur minnir Gud meg um at brúka meir tíð uppá hann, við at prika meg eitt sindur, tí eg eri ov ofta sløv),
Venji lovsang, gentibólk, bindiklubb, vitji familju og vinir, gangi túrar, geri mat, vaski hús og annað.


Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Frí, opin, spontan og fitt.


Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Síðan eg var heilt ung, plagdi eg at fara inn í gomlu keldu við einari vinkonu og havi ofta verið har av og á. Eg havi altíð elskað at komið í Kelduna, tí tað fekk meg at føla meg meir frían og sum tíðin leið, fann eg útav, at eg føldi meg meir og meir drignan hartil og so avgjørdi eg at byrja har fast í Januar 2011.


Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

Tað er hetta fría, at kunna klappa, lyfta hendurnar upp og ymiskt uttan at føla seg býtta ella nakað. Og so hevur Pastor Pauli altíð ligið mær so tætt at hjarta. Hansara hjarta fyri onnur menniskju er fantastiskt. Eg eri bara so góð við hann. Eg merki ein smakk av Guds hjarta í Paula.


Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?

Eg eri í lovsangstænastuni og møtivertatænastuni. Og so eri eg opin at tæna nógva aðra staðni, tá brúk er fyri tí.


Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?

Mínir dreymar fyri samkomuni er, at vit fara meir út í action. Eg hugsi kanska, at í staðin fyri at hava møtir hvønn sunnumorgun, so heldur at øll samkoman kann fara út kanska ein sunnudag um mánaðin at gera gott. Vit mugu gera okkurt og tað er nú.

 

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?

Tá veri eg vónandi í Føroyum, við manni, børnum og tæni harranum saman við mínari familju. Og eg vóni at eg havi eitt gott arbeið eisini og eitt tak yvir høvdi til mína familju.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Bara søgan um Job hevur talað nógv til mín. Gud gevur satan loyvi at freista Job við at taka alt ta hann eigur, fyri at vita, um Job enn fer at elska og fylgja Guði eftir aftaná tað. Ja Job tekur synd í sær sjálvum og rópar óður til Gud, men hann er jú eisini menniskja, vit høvdu eisini grenja eitt sindur. Men sjálvt í hansara ringastu støðu, velur hann at rópa til GUD ongan ongan annan, sjálvtum hann skeldar Gud, so gevst hann ikki við at kommunikera við Gud. Og Job velur at elska Gud undir øllum umstøðum.

Sí fleiri greinar