Heilsan úr Uppsala, Svøríki
Jonna Heinesen, 03.03.2015

Vit hava fingið eina heilsan frá nøkrum av okkara útisetum í Uppsala, Svøríki☺

 

 

Eg eiti Birita Olsen, og búgvi í Uppsala, Svøríki, saman við manni mínum Búgva V. Olsen. Vit eru bæði virkin í samkomuni Livets Ord her yviri, mest sum ungdómsleiðarir, men eisini hjálpa vit til við ymiskum øðrum uppgávum.

 

Búgvi hevur búð her í gott sjey ár, har hann fyrstu tvey árini gekk á bíbilskúla, og síðani tað hevur hann lisið gudfrøði. Eg flutti higar fyri gott tveimum árum síðan, beint eftir at vit høvdu gift okkum í august 2012, fyri at ganga á Bíbilskúla. Har gekk eg í eitt og eitt hálvt ár, har eg millum annað slapp at vera við á tveimum missiónstúrum. Tann fyrri var til Moskva í Russlandi, har vit vóru í 10 dagar, og hin seinni var ein tríggjar vikur langur túrur til Kolkata, Indien.

 

Í maj í fjør bleiv Búgvi liðugur við sína bachelour útbúgving, og lesur nú sum fjarlestur víðari til eina master útbúgving á Oral Roberts University í Tulsa, Oklahoma, USA. Hendan útbúgvingin kemur at taka áleið tvey og eitt hálvt ár. Viðsíðuna av lesnaðinum arbeiðir hann eisini hálva tíð á Livets Ord sum administratør og eitt sindur á flogvøllinum í Stockholm.

 

Aftaná at bíbilskúlin var liðugur havi eg arbeitt á einum kondittaríði her í býnum, men síðani oktobur havi eg so verið heima, tí í desembur bleiv okkara elskaða dóttir, Annika, borin í heim ☺ Í samkomuni hjálpi eg annars til við at sita við telduna og stýra tí sum kemur upp á stórskermin undir møtunum.

 

Saman eru Búgvi og eg ungdómsleiðarapar fyri øllum teimum, sum í ár ganga í 8. flokki. Tað merkir at vit hava høvðusábyrgd yvir øllum tí aldursbólkinum, tey, sum eru fødd ár 2000, so hava vit 14 aðrir leiðarir undir okkum, sum so eru leiðarir fyri sjálvum ungdómunum, also hava tey áleið 8-12 ungdómar í hvørjum húsbólki.

 

Eitt, sum fyllir nokkso nógv í ár við okkara ungdómsbólki er, at tá tey ganga í 8. flokki kunnu tey velja um tey ynskja at ganga til konfirmatións undirvísing. Hetta er deilt út á sjey leygardagar ígjøgnum árið, har tey fáa grundleggjandi undirvísing útfrá bíbliuni: um Jesus, Gud, Heilaga Andan, dópin, missión, breyðbróting, osv., so tað kemur at fylla eitt sindur inntil komandi summar, tá man endar konfirmatiónsárið við einari legu og einum sunnudagsmøti, har tey sum ynskja at doypa seg fáa møguleikan til tað.

 

Tá vit, fyri hálvum øðrum árið síðani, søgdu ja til at vera ungdómsleiðarir fyri henda aldursbólkin, so innibar tað eisini at vit lovaðu okkum at vera verandi her í 3 ár, so tað merkir at vit frá nú av koma at vera verandi her í hálvt annað ár avtrat. So aftaná tað fáa vit at síggja hvussu verður – hvat Gud kallar okkum til ☺

 

Vit droyma bæði um at koma heim aftur til Føroya ein dag at kunna tæna í samkomuni har heima, men vit ynskja mest av øllum at vera har sum Gud vil – og júst nú er tað her í Uppsala.

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur á páskum.

 

Birita, Búgvi og lítla Annika.

Sí fleiri greinar