Seminar við Kim Walker-Smith
Sonja I. Jacobsen, 27.05.2024

Leygardagin kl. 15 bjóðar Keldan til seminar um lovsang. Kim Walker-Smith kemur at undirvísa til hetta ókeypis seminar.


Kim Walker-Smith er uppvaksin í Oregon og flutti á ungum árum til Redding í California at ganga í hægri skúla. Hon bleiv virkin í Bethel Church, og har byrjaði hennara yrkisleið innan tónleik.

Tey flestu kenna hana upprunaliga frá sterka videobrotinum við sanginum "How he loves us", men hevur hon gjøgnum árini givið fleiri útgávur út. Hon hevur serliga verið virkin í bólkinum Jesus Culture í Sacremento.

 

Øll, ið eru virkin ella áhugað í lovsangi, eru hjartaliga vælkomin til seminarið, sum byrjar kl. 15.

 

Øll eru sjálvandi eisini vælkomin til konsertina kl. 20. Kafeterian er opin í tíðarbilinum millum seminarið og konsertina.

 

Til ber at keypa atgongumerki umvegis hesa leinkju:

https://keldan.atgongumerki.fo/webshop/event/2473279/order/info

 

Kom, fyll bilarnar og hoyr, hvat Kim hevur at siga leygardagin kl. 15 ❤️

 

Sí fleiri greinar