Vitjan úr Týsklandi
Sonja I. Jacobsen, 21.05.2024

Vikuskiftið 25. - 26. mai hevur Keldan vitjan av týskum ferðaliði. Talan er um Bernhard og Febe Olpen, ið eru høvuðssamkomuleiðarar fyri FOKUS church í Düsseldorf, Mönchengladbach og Bad Langensalza, og David Koontz, sum er ungdómspastor í Düsseldorf og Kevin Herla, sum er dagligur pastor í samkomuni í Bad Langensalza.

 
Um Bernhard og Febe
Umframt at vera samkomuleiðari, so situr Bernhard í leiðsluni fyri hvítusunnurørsluna (BFP) í Týsklandi. Hann hevur ábyrgdina av teologisku deildini hjá BFP og er dosentur í kirkjusøgu á teologiska pastorskúlanum hjá BFP. Febe leiðir deildina fyri barnaarbeiðið hjá BFP og ferðast nógv runt í Týsklandi, har hon undirvísir, stuðlar og vegleiðir leiðarum í lokalum samkomum og barnaarbeiðum.

Sí fleiri greinar