Hvítusunnudagin tann 19. mai 2024 kl.15:30 verður føðingardagshald fyri Ísrael og stuðulstiltak fyri gíslunum í Gaza á Tinghúsvøllinum í Havn.
Talari verður Daniel Elgarat ið er bróður ein av gíslunum.
Í ár eru tað 76 ár síðani Ísrael varð endurreist tann 14. mai 1948, hetta vilja vit hátíðarhalda. Men yvir hátíðarhaldinum liggja tó døkk skýggj.
Sum øllum kunnugt, so var eitt ræðuligt álop framt á Ísrael tann 7. oktober 2023, har børn, ung, vaksin og eldri vóru myrd á ómenniskjaligan hátt og yvir 240 fólk tikin sum gíslar inn í Gaza, har tey flestu sótu og sita enn í myrkum tunlum undir ringastu korum nakar kann hugsa sær.
Hesi fara dagliga ígjøgnum stóra trongd og pínslur og hevur hetta nú vart í yvir 7 mánaðir.
Ísrael er í stórari sorg og Guds útvalda tjóð á jørð er særd - eitt sár, ið ikki kann grøðast so leingi Ísraelsfólk sita fangar ímillum ránsmenn.
Vit her í Føroyum vilja vísa ísraelsfólki kærleika og samhuga, at her býr ein tjóð, ið hevur umsorgan fyri teimum í sorg og trongd teirra.
Í løtuni vita vit ikki talið av livandi gíslunum, sum enn sita í Gaza.
Avvarðandi hjá gíslunum gera alt tey kunnu fyri, at heimurin ikki skal gloyma gíslarnar, tey ferðast í onnur lond fyri at upplýsa um støðuna og lagnuna hjá teirra kæru.
Sunnudagin tann 19. mai 2024 kl. 15:30 verður føðingardags- og stuðulstiltak fyri gíslunum á Tinghúsvøllinum í Havn, har Daniel Elgarat, ið er bróður at Itzhk Elgarat fer at tala.
Itzhak Elgarat búði í Kibbutzini Nahal Oz har hann varð rændur inn í Gaza av Hamas tann 7. oktober.
Her er høvið hjá okkum í Føroyum, at vísa gíslunum og teirra kæru samhuga eins og stendur í Esaias 40: 1-2 «Troystið, troystið fólk Mítt! Sigur Gud tykkara. Talið milt við Jerusalem......»
Við Shalom
Vinafelagið Føroyar – Ísrael,
ICEJ Føroyar og Ísraelsmissiónin