Ville Männistö vitjar
Sonja I. Jacobsen, 30.04.2024

Til møtini í Kelduni komandi vikuskifti 4.-5. mai, hava vit vitjan av Ville Männistö.

Hetta er aðru ferð hann vitjar í Føroyum. Fyrstu ferð var í februar 2023. Tá var hann eitt óskrivað blað í okkkara høpi, men við hansara sera góðu evnum at prædika, tók hann nógv á bóli og er sera væl umtøktur millum ungdómin. 

 

Ville er 44 ára gamal og kemur upprunaliga úr Finnlandi, men hevur búð nógva staðni í heiminum seinastu 20 árini. Hann og konan hava m.a. búð fleiri ár í Afghanistan og í India, har tey hava tænt sum trúboðarar. Í dag búgva tey í Uppsala í Svøríki og hava tvey ættleidd børn. Ville er ein eldhugaður prædikumaður, og eru hansara boðskapir altíð kveikjandi og fyltir av trúgv og vón.

 

Stórur partur av arbeiðinum hjá Ville er at ferðast og prædika, og hevur hann prædikað og vitjað út við skjótt 100 ymiskum londum so sum Irak, Suður Arabia og Norður Korea, har hann hevur verið fleiri ferðir. Hann hevur skrivað og útgivið fleiri bøkur.
 
Ville kemur at undírvísa á bíbliuskúlanum hjá Kelduni við heitinum “Missión”, men fyri teg, sum ikki ert við á bíbliuskúlanum, ber til at hoyra Ville leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnumorgunin kl. 11.00 í Kelduni.
 
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Sí fleiri greinar