Komandi vikuskifti, dagarnar 26 – 28. apríl, fáa vit eina spennandi vitjan av Egon og Hannah Falk úr Tanzania. Egon og Hannah eru danskarar, men hava búð og virkað í heili 50 ár sum trúboðarar í Tanzania, einum landi við yvir 65 milliónum íbúgvum.
Egon og Hannah eru stovnarar og eisini leiðarar av felagsskapinum New Life Outreach (NLO), sum hevur sítt høvuðsendamál at røkka menniskju við evangeliinum um Jesus. Í mong ár hava tey havt stórar møtirøðir, har tey síggja túsundtals menniskju koma fyri at hoyra boðskapin um Jesus; tey síggja eisini skarðar av menniskjum koma til trúgv og verða frelst, umframt at mong verða grødd og sett í frælsi frá illum andum. Undur og tekin er nakað sum javnan fylgir teirra tænastu.
Umframt at hava stórar møtirøðir runt um í Tanzania, hava tey eisini grundlagt eina samkomu í býinum Arusha. Tey hava tríggjar barnaskúlar við nærum 1000 børnum, eitt gentuheim, ein bíbliuskúla og har afturat 40 aðrar samkomur runt um í Tanzania, sum eisini eru grundlagdar út frá teirra arbeiði.
Boðskapurin, ið Egon og Hannah bera við sær, er ein boðskapur um frelsu og vón til øll menniskju.
Egon Falk kemur at tala í Kelduni fríggjakvøldið kl.19, leygarkvøldið kl. 20 (Awake) og sunnudagin kl.11.
Øll eru hjartaliga vælkomin!