Kvinnulega
Sonja I. Jacobsen, 23.03.2024

So verður endiliga kvinnulega aftur í Kelduni…og vit gleeeða okkum :)

Legan verður 12. - 14. apríl og er fyri allar kvinnur 18+ (árgang 2006). 

 

Hesaferð verður yvirskriftin “Livandi trúgv”. Vit fáa undirvísing, hoyra sofaprát, vitnisburðar og sang. Vit eta góðan mat, hugna okkum, práta, binda (um man vil) og fara eina útferð. 


Kostnaður er 450 kr. pr. persón. 


Seinasta freist at melda seg er 7. apríl kl. 18. 

 

Melda til umvegis leinkjuna og ring til onkra og bið hana koma eisini :)

https://keldan.atgongumerki.fo/webshop/event/2468889/order/info

Sí fleiri greinar