Áminning um at vakja
Kodio, 10.02.2015

Eru vit klár at taka ímóti Jesusi, tá hann kemur? Tann spurningurin stóð eftir, tá tey bæði Sólfríð og Bjørgfinnur Heinesen (móður og sonur) høvdu talað á møtinum í Kelduni sunnudagin tann 1. februar.

 

Sólfríð legði fyri við at tosa um vandan við avgudum. ”Fólk ferðast til India og aðrastaðni fyri at dyrka nakað, sum stavar frá hinduismuni, meðan fyrsta boð sigur, at tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.” Samtíðis vísti Sólfríð á, at tað er lætt at fara eftir tí, sum vit ikki eru bundin av sjálvi, ”men hvussu liva vit?”, spurdi hon. ”Hvat fóðra vit okkara innara menniskja við, og hvør máttur innaní okkum vinnur, tað góða ella tað ónda? Tað verður tað, sum verður betur fóðrað,” segði hon.

 

Sólfríð vísti á dømi í Bíbliuni, har ávarað verður ímóti at lata nakað andstyggiligt koma inn í okkara hús. ”Vit hava miðlar í okkara heimum, har vit kunnu heinta nógvar andstyggiligheitir,” segði hon. ”Vit reka í flokki, og tí síggja vit ikki, at vit reka.”

 

”Vaki tí, tí tit vita ikki, nær harri tykkara kemur!” segði hon.

 

Endatíðin
Bjørgfinnur tosaði um endatíðina. Hann vísti á fleiri tekin, sum Bíblian sigur skulu vera, tá endin nærkast - tekin sum vit nú síggja dagliga. Millum dømini nevndi hann tekin í sól og mána, og tað at ríki fer ímóti ríki. ”Fyri okkum er hetta bara tíðindi um nakað, sum hendir langt burtur, men fyri tey sum eru har, er hetta ein veruleiki nú,” segði hann.

 

”Um Jesus kom aftur í dag, ert tú so klárur at taka ímóti honum?” spurdi Bjørgfinnur. ”Hvussu gongur við okkara tænastum? Eru vit íðin at tæna honum?”

 

Bjørgfinnur undirstrikaði, at vit eiga ikki at vera bangin, tá vit hoyra tíðindi um endatíðina, men nógv tekin eru um, at endin er nær. ”Eingin kennir dagin. Latið okkum vera íðin at tæna, har vit eru sett,” segði hann.

 

Bøn
Seinasti talarin á møtinum var Osbjørn Joensen. Hann tosaði um bøn.

 

”Tað er týdningarkikið, at vit eru biðandi,” segði hann. ”Vit síggja, hvussu tær óndu kreftirnar leika í í heiminum, men vit hava fingið kraft til at binda óndskapin við bøn. Vit mugu biðja!

 

Osbjørn vitnaði um, at hann hevði biðið fyri nógvum sjúkum, sum vóru blivin grødd, og eisini hevði hann kunnskaparorð (persónligar heilsanir) til fleiri, sum sótu á møtinum og vóru sjúk. Hann bjóðaði hesum og øðrum til forbøn.

 

Kaj Otto Frederiksberg leiddi møtið, og Eyðun Jacobsen sang tveir sangir. Terje Vestergaard leiddi lovsangin.

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar