Sátan samlar allar sínar demonir til eina altjóða stevnu. Sátan byrjaði stevnua við hesum: “Vit megna ikki at halda teimum trúgvandi burtur frá samkomunum. Vit megna ikki at køva teirra bíbliulestur og Bíbliunnar sannleikar. Vit megna heldur ikki at forða teimum eitt inniligt samband við teirra frelsara. Beinanvegin, tey hava fingið eitt gott samband við Jesus, eru vit ein sligin kraft. So lat tey fara á møtir, og lat tey fáa sínar máltíðir saman. Men lat okkum stjala tíðina frá teimum, soleiðis at tey ikki hava tíð at vaksa í Jesusi. Hetta er mín álopsætlan”, segði Sátan. “Drag tey burtur frá Jesusi, og slít sambandið millum tey og Jesus í gerandisdegnum”. “Hvussu skulu vit fara til verka”, róptu demonirnar.
Sátan svaraði: “Gev teimum úr at gera við teimum týdningarleysu lutunum í lívinum, og penta saman óteljandi hugflog, sum hugtaka sinni teirra. Freista tey at brúka, brúka, brúka og lána, lána, lána pengar. Yvirtala kvinnurnar til at arbeiða yvirtíð og menninar at arbeiða 6-7 dagar hvørja viku, 10-12 tímar hvønn dag, soleiðis at tey hava ráð til teirra tóma lívsstíl. Forða teimum í at nýta tíð saman við børnunum. Tá familjurnar eru farnar í tvíningar, vil sjálvt flýggjan í teirra egna heimi bukka undir fyri arbeiðstrýstinum.
Yvirstimbra teirra sinni á ein slíkan hátt, at tey ikki hoyra Jesusar stillu rødd. Lokka tey at hoyra radio og CD-fløgur hvørja ferð, tey koyra bil, og at hava sjónvarp, DVD-fløgur, CD-fløgur og teldur støðugt koyrandi í heiminum. Syrg eisini fyri, at hvør handil og allar matstovur støðugt spæla tónleik við íblástri frá mær. Hetta vil fylla teirra sinni og bróta sáttmálan við Jesus.
Fyllið borðini við vikubløðum og tíðarritum, og buka hetta inn í høvdið á teimum 24 tímar um døgnið. Floymið yvir tey við lýsingum, tá tey koyra bil. Lat tað flóta við telduposti, junk mail, skráum, leikum, tíðindum, lýsingum av fríum vørum, tænastum og falskari vón. Vís klænar, vakrar kvinnur í sjónvarpinum og í vikubløðum, soleiðis at menn teirra halda, at útvortis vakurleiki er tað, ið er týdningarmikið, so teir verða ónøgdir við konur sínar.
Ger konurnar so troyttar, at tær ikki orka at elska menn sínar um kvøldi. Gev teimum høvuðpínu eisini! Um tær ikki geva monnum sínum tann kærleika, ið teimum tørvar, so vilja teir byrja at leita aðrastaðni. Tað vil bróta familjur teirra skjótt!
Gev teimum jólamannin til at leiða tey burtur frá, at læra børnini tann sanna týdningin við jólunum. Gev teimum eina páskaharu, so at tey ikki tosa um uppreisnina og vald yvir synd og deyða.
Lat tey sjálvt í frítíðini verða uttan hógv....lat tey koma frá teirra frítíð pøst. Lat tey hava so nógv um at vera, at tey ikki hava tíð til at fara út í náttúruna og hugsa um Guds skaparverk. Send tey til stuttleikaparkir, ítróttardystir, sjónleikir, konsertir og filmar ístaðin. Lat tey hava úr at gera!
Tá tey møtast til andaligan felagsskap, lat tey so fara heim aftur við órógvaðari samvitsku. Fyllið lív teirra við so nógvum “góðum” søkum, at tey ikki hava tíð til at søkja styrki frá Jesusi. Skjótt fara tey at arbeiða í teirra egnu megi, ofra teirra heilsu og familju fyri ta “góðu” sakina”.
“Tað fer at eydnast! Tað fer at eydnast! Tað var ein ófør ætlan!”. Demonirnar fóru fúsar í holt við uppgávurnar, ið skuldu gera, at kristin um allan heimin høvdu lítla tíð til at fortelja frá um Jesusar kraft til at broyta lív. Eg hugsi, at spurningurin er: Hevur Sátan eydnast við hesum svikaráðum? Døm tú sjálv/-ur!
Merkir BUSY hetta: B-eing U-nder S-atan’s Y-oke? (at vera undir Sátans oki). Gev hetta víðari, um tú ikki ert ov busy!
Traktat kann heintast niður, sum PDF skjal her: Eri eg ov BUSY?