Vit syngja jólini inn
Judit Reinert Royðutoft, 20.11.2023

Vit syngja jólini inn verður aftur í ár 23. des. kl. 21.00.

 

Vit fara at hava eina hugnaliga sangløtu saman við framførslum og nógvum felagssangi.

 

Í ár koma Álvur F. Christiansen, Maibritt Kechtan, Oddbjørg og Helgi Abrahamsen og Lisa Frederiksberg at framføra fyri okkum.


Aftaná hugna vit okkum við einum góðum drekkamunni og holukøkum.


Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.


Eins og undanfarin ár verður innsavnan - hesaferð til krígsrakt økir.

Sí fleiri greinar