Mary Frederiksberg sett í starv í Kelduni
Kodio, 01.09.2023

Í dag, 1. september, er Mary Frederiksberg úr Runavík byrjað í hálvtíðarstarvi í Kelduni. Hon kemur í høvuðsheitum at hava ábyrgd og umsjón við øllum tí, sum hevur við ungdómsarbeiði í Kelduni at gera.

 

Mary er 25 ár, er gift við Fríða Sigurðsson og eiga tey tvey børn, Filip og Femju. Mary hevur havt allan sín andaliga uppvøkstur í Kelduni, burtursæð frá einum skúlaári í 2019-2020, tá hon og maðurin vóru á bíbliuskúla á Bethel í Redding, USA. Mary hevur heilt síðani hon var ein ung genta verið sera virkin á nógvum ymiskum økjum í samkomuni - serliga við tí, sum hevur við ungdómin at gera. Tað er eyðsæð at hennara hjarta bankar fyri ungdóminum, og hetta seinasta árið hevur hon saman við manni sínum, Fríða, havt høvuðsábyrgdina fyri ungdómsarbeiðinum í Kelduni. Nú kemur hon so at bera hetta arbeiði og hesa tænastu enn meiri, saman við Fríða og nógvum øðrum góðum leiðarum í Kelduni.

 

Vit eru sera glað fyri at Mary kemur at starvast í Kelduni og vit ynskja henni Guds ríku signing í tænastuni.

Sí fleiri greinar