Lovsangskonsert í Kelduni
Sonja I. Jacobsen, 02.06.2023

Leygarkvøldið 3. juni kl. 20.00 skipar Keldan í Skálafirði fyri stórari lovsangskonsert.

 

Tað verður lovsangskórið í Kelduni, ið kemur at framføra kendar lovsangir, har áhoyrarafjøldin fær høvið at vera við í sanginum.


Lovsangskórið í Kelduni hevur í nógv ár gingið undan og slóðað fyri lovsangi innan føroyskt samkomulív og hevur latið úr hondum fleiri útgávur, bæði sum fløgu og sum stakløg á sosialum miðlum.

Nakrir av tónleikarunum og sangarunum eru eisini limir í bólkinum, sum stendur fyri lovsanginum og tónleikinum til kenda tiltakið Teenstreet.

Í fjør spældi Teenstreetbólkurin fyri fleiri túsund luttakarum á stórum altjóða tiltaki í Spanien og Hollandi.

Áhoyrararnir kunnu tí vænta sær eina konsert á høgum tónleikaligum støði, har høvi verður at syngja við. 


Eisini verður høvi til góðan felagsskap og okkurt gott til góman í kafeteriuni, har grillin er opin eftir konsertina.

 

Konsertin er ókeypis, og eru øll hjartaliga vælkomin.

Sí fleiri greinar