Rimmar konsert í Kelduni í Skálafirði
Kodio, 24.05.2023

Mikukvøldið 31 mai kl. 20.00, verður samkomusalurin hjá Kelduni í Skálafirði karmur um eina rimmar konsert við sera vælumtókta Amerikanska pop/rock bólkinum, Unspoken.

 

Tað eru høvuðspersónarnir handan Fjarðafestivalin, sum hava fingið konsertina í lag, og sum hava fingið hetta stóra og vælkenda navnið innan kristnan modernaðan tónleik hendanvegin.

 

Tónleikurin, ið bólkurin spælir, vendir sær til allar aldursbólkar, men eru teir serstakliga vælumtóktir ímillum yngri lurtarar. Bólkurin gav út sítt fyrsta staklag í 2012, og hava síðani havt fleiri útgávur, sum hava ligið ovast á kristnum topplistum í USA.

 

Í 2022 komu teir m.a. út við sera vælljóðandi løgunum ”Hard times” og “Loved by you”.

 

Hard times

 


Loved by you

 

 

 

Fyrireikararnir vænta nógv fólk til konsertina, og heita tí á fólk um at ogna sær atgongumerkið í góðari tíð.

 

Atgongumerkini fáast til keyps longu nú fyri einans 265,-kr á heimasíðuni hjá Kelduni, https://keldan.atgongumerki.fo/webshop/event/2015738/order/info

 

Atgongumerkini við dyrnar fáast til keyps 2 tímar undan konsertini, men eru tá nakað dýrari, og kosta 295,-.

Sí fleiri greinar