At vinna gullheiðursmerkið
Sonja I. Jacobsen, 11.05.2023

Í øllum kappingum, kann ein persónur ella bólkur vinna ein sigur fyri tað árið ella tíðarskeiðið og vinna gull. Um hesi skulu endurvinna gullið, mugu tey vinna tað aftur árið eftir. Tað riggar ikki, at nakar vinnur tann sigurin fyri teg, tú mást sjálv/ur fara eftir tí við sveitta og stríð.

Einaferð í søguni var ein andaligur bardagi um menniskjalagnuna. Djevulin hevði vunnið á Adam og Evu (mannaættini), sum fullu í synd og vórðu koyrd út úr Eden. Tey høvdu ongan møguleika at vinna hendan bardagan aftur og koma inn aftur í nærveru Harrans í Eden.

Men Gud hevði eina ætlan, har sonur Guds, Jesus, varð føddur inn í hendan heim við tí endamáli at endurvinna tað, sum var tapt. Satan hevði eisini tá sum mál at vinna á Jesusi, og helt, at tá Hann var krossfestur og jarðaður, so vann hann eisini tann sigurin.

Jesus fór ígjøgnum ein harðan bardaga, sveittaði blóð, bleiv bardur og bukaður av og til síðst hongdur uppá krossin, sum var tann harðasta revsingin, ein kundi fara ígjøgnum tá í tíðini.
Tann krossurin, sum Hann doyði á, hevur nokk ikki verið serliga fagur á at líta, blóðsmurdur og naglamerktur.

Sum áður nevnt, krevur einhvør sigur sveitta og stríð fyri at fáa sigurin og gullheiðurin.
Henda dag í søguni, vann Kristus ein stórsigur á fíggindanum, sum ávirkaði alla mannaættina, bæði tá og í allar ævir. Hetta er tí, vit enn hátíðarhalda páskini. Kol. 2:15. 

Tá so Jesus reis uppaftur, var hesin ævigi sigur okkara gullmerki. Krossurin er okkara sigursmerki, tað bleiv okkara gull, sum øll menniskju kunna tilogna sær og taka ímóti.

Sjálvur beri er gullkross sum hálsprýði fyri at minna meg á Kristus á krossinum, har Hann vann ein ævigan sigur og vann gullið. Gullkrossurin vísir á hendan sigurin.

Nú var tað ikki gull, tá Jesus varð hongdur á krossin, men Hann broytti útgangstøðið fyri teg og meg. Jesu deyði var ræðuligur, tað mugu vit ikki gloyma, men vit blivu rík, tí Hann gjørdist fátækur.

2. Kor 8,9: Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík.

Hesin sigur, Jesus vann okkum, er útgangstøðið fyri, at vit kunna vinna aðrar sigrar í okkara lívi.

Skrivað hevur Pauli Høj

 

Sí fleiri greinar