FAMILY
Kodio, 10.02.2015

Eg rendi meg í ein fremmandan, sum hann gekk framvið,

“Á orsaka meg”, svaraði eg.

 

Hann svaraði, “Orsaka meg eisini, eg hugdi meg ikki nóg væl fyri”.

 

Vit vóru sera vinarlig, hesin fremmandi og eg.

 

Vit fóru hvør okkara veg, og vit søgdu farvæl.

 

Men heima er søgan, um hvussu vit fara um okkara nærmastu, helst ein onnur.

 

Seinni um dagin, tá eg gjørdi nátturða, stóð sonur mín stillur við síðuna av mær.

 

Tá eg vendi mær, var eg líka við at detta um hann.

 

“Far burtur”, segði eg heldur illbrýnt.

 

Hann fór sín veg, hansara lítla hjarta var brotið.

 

Eg legði ikki merki til, hvussu harðliga eg hevði talað.

 

Tá eg seinni lá vakin í songini, kom Guds stilla rødd til mín og segði:

 

“Tá tú við fremmandan tosar, milda rødd tú nýtir, men til familjuna, ið tú elskar, tú lítið manst hugsa um, hvat tú sigur og gert.

 

Far og hygg á køksgólvið, við hurðina finnur eitt blómutyssi.

 

Hatta eru blómur, ið sonur tín ætlaði tær.

 

Hann hentaði tær sjálvur: ljósareyðar, gular og bláar.

 

Hann stóð sera stillur fyri ikki at oyðileggja yvirraskilsið,

 

Tú sást ongantíð hansara lítlu tárafyltu eygu.”

 

Nú føldi eg meg sera lítla, og eygu míni byrjaðu at fyllast við tárum.

 

Varisliga legði eg meg á við song hansara;

 

“Vakna skattur mín, vakna”, segði eg.

 

“Eru hetta blómurnar, tú hentaði til mín?”

 

Hann smíltist, “Eg fann tær úti við træið.

 

Eg hentaði tær, tí tær eru vakrar, eins og tú.

 

Eg visti, at tú fórst at dáma tær, serliga ta bláu.”

 

Eg segði, “Sonur mín, eg eri sera kedd av tí, eg gjørdi móti tær í dag;

 

Eg skuldi ikki havt rópt soleiðis eftir tær”.

 

Hann segði “Mamma, tað er í lagi. Eg elski teg hóast alt”.

 

Eg segði, “Sonur, eg elski teg eisini,

og mær dámar eisini blómurnar, serliga ta bláu”.

 

Familjan

Ert tú greið/-ur yvir, at um vit doyðu í morgin, so vildi fyritøkan, sum vit arbeiddu fyri, lættliga kunnað sett annan í starv fyri okkum, eftir bert fáum døgum.

 

Men familjan, ið vit fóru frá, vildi følt missin restina av lívinum.

Hugsa um tað; vit kýta okkum meiri í arbeiðinum, enn vit gera í familju okkara.

 

Av sonnum ein skilaleys íløga, heldur tú ikki tað?

 

So hvat liggur aftan fyri hesa søgu? Veitst tú, hvat orðið FAMILY (familja) merkir?

 

FAMILY (familja) = F-ather A-nd M-other I L-ove Y-ou (faðir og móðir, eg elski tykkum)

 

Traktat kann heintast niður sum PDF skjal her: FAMILY 

PDF skjalið kann lættliga skrivast út - til at heingja upp ella geva onkrum øðrum.

Sí fleiri greinar