Til møtini í Kelduni komandi vikuskifti 4.-5. februar, hava vit fyri fyrstu ferð vitjan av Ville Männistö.
Ville er 43 ára gamal og kemur upprunaliga úr Finnlandi, men hevur búð nógva staðni í heiminum seinastu 20 árini. Hann og konan hava m.a. búð fleiri ár í Afghanistan og í India, har tey hava tænt sum trúboðarar. Í dag búgva tey í Uppsala í Svøríki og hava tvey ættleidd børn. Ville er ein eldhugaður prædikumaður, og eru hansara boðskapir altíð kveikjandi og fyltir av trúgv og vón.
Stórur partur av arbeiðinum hjá Ville er at ferðast og prædika, og hevur hann prædikað og vitjað í nógvum ymiskum londum í heiminum, serliga i Miðeystri og í Asia, har hann m.a. fleiri ferðir hevur verið í Norður Korea. Hann hevur skrivað og útgivið 5 bøkur.
Ville kemur at undírvísa á bíbliuskúlanum hjá Kelduni við heitinum “Blóðsáttmáli”, men fyri teg, sum ikki ert við á bíbliuskúlanum, ber til at hoyra Ville leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnumorgunin kl. 11.00 í Kelduni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!