Haldið tykkum nær til Gud
Kodio, 04.01.2023

Jólini eru enn einaferð farin afturum, og vit eru komin inn í 2023. Ymiskt er, hvussu vit eru komin inn í tað nýggja árið, og tað er ymiskt, hvat fyri tankar og hugsanir vit hava gjørt okkum fyri árið, ið liggur fyri framman. Mánaðurin januar er ofta ein mánaður, har fólk seta sær ymisk mál, sum tey ynskja at røkka í 2023. Oftani innihalda nýggjárslyftini og málini, ið ein setir sær, nakað við at betra um heilsuna, veri tað seg likamliga ella sálarliga. Vit royna at leggja av ymiskar vanar fyri at royna og byrja uppá betri vanar. Um vit skulu vera ærlig, so vísir tað seg ofta, at nógv av okkum koma ikki nógv longri enn út í seinna hálvu av mánaðinum, so eru fleiri av málsetningunum og lyftunum longu farin í vaskið.

 

Tað er gott at seta sær mál, sum geva okkum betri sálarheilsu og likamliga heilsu, men tað er eitt triðja, sum hevur enn størri týdning, og tað er okkara andaliga heilsa. Bíblian tosar um, at menniskja er andi, sál og likam (1. Tess. 5:23). Tað er ikki fyrr enn øll hesi trý javnviga, at vit sum menniskju trívast og blóma. Av hesum trimum er tað oftast tað andaliga, ið verður forsømt ella niðurraðfest, møguliga tí at tað kann virka eitt sindur abstrakt og óítøkiligt.

 

Sum trúgvandi (og annars fyri øll menniskju sum heild) er tað sera umráðandi, at vit røkja okkara andaligu heilsu. Her hugsi eg ikki um allar møguligar alternativar formar av andaligheit sum yoga, meditatión o.s.fr., men okkara andaligu heilsu í mun til okkara persónliga forhold við Jesus Kristus.

 

Eitt av lyftunum, vit hava í Guds Orði, sum eisini heldur aftaná hálvan januar, er hetta: ”Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara!” (Ják 4:8a). Hetta er eitt lyfti, sum vit aftur og aftur kunnu rógva okkum aftur á, um vit reka frá tí. Ein segði tað soleiðis: ”Gud er altíð so nær hjá tær, sum tú ert nær hjá Honum.” Gongur tú Hansara leiðir, so kemur Hann eisini at ganga tínar leiðir, men tað øvuta er eisini galdandi. Um vit ikki fylgja Hansara leiðum, so kemur Hann heldur ikki at fylgja okkara leiðum. Tá kemur okkara upplivilsi av Honum at verða øðrvísi, og okkara andaliga heilsa ikki eins góð.

 

Tað góða er, at Gud er ongantíð longri burtur frá okkum enn eina umvending ella eina bøn. Tí er eitt tað besta málið, vit kunnu seta okkum fyri 2023, at halda okkum nær at Honum, tí tá hevur Hann lovað, at Hann skal halda Seg nær at okkum. Tað merkir ikki, at vit ikki koma at møta avbjóðingum og øðrum í 2023, tí Guds orð sigur greitt, at øll tey, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt. Men fortreytirnar fyri at møta slíkum avbjóðingum broytast fult og heilt, tá vit vita, at Hann er við okkum, og at Hann er nær.

 

Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara!

 

Skrivað hevur Búgvi Olsen

Sí fleiri greinar