Er tað rúm fyri Jesusi á jólum?
Sonja I. Jacobsen, 29.11.2022

Vit eru komin inn í adventstíðina. Advent kemur úr latínska orðinum ”adventus” og merkir ”koma”. Advent sipar til tíðina fram til 25. desember, har kristin um allan heimin minnast og hátíðarhalda Jesu komu inn í henda heim fyri meiri enn 2000 árum síðani. Tað stendur skrivað um Jósef og Mariu, at tað ikki var rúm fyri teimum á gistihúsinum í Betlehem. Tað vóru nakrar praktiskar orsøkir til, at tað ikki var rúm, tí Betlehem var fult av menniskjum, sum komu til heimbygd sína fyri at skriva seg í manntal eftir boði frá Augustusi keisara. Tí bleiv fjósið ein neyðloysn fyri Jósef og Mariu, men Jesus bleiv trygt borin í heim, júst sum tað var profeterað av Esaiasi profeti 700 ár frammanundan.



Fyri kristin snúgva jólini seg um Jesus. Vit pynta við ljósastakum, stjørnum, jólakrubbum o.ø., sum minnir okkum á tað, ið fór fram jólanátt. Alt gott um tað. Men spurningurin er, er tað rúm í okkara lívum fyri Jesusi á jólum? Tað hevði sínar praktisku orsøkir, at tað ikki var rúm fyri Jesusi á nøkrum gistingarhúsi í Betlehem, men myndaliga talan í hesum kann eisini yvirførast til okkara lív í dag. Vit rokast, strevast, keypa inn, keypa gávur og mangt annað fyri at gera klárt til alt á jólum, men vit gloyma ofta sjálva kjarnuna, og tað er at gera rúm fyri Jesusi. Gera rúm fyri Honum og kunngera tað, sum bleiv kunngjørt fyri hirðunum á markini: “Óttast ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal vera fyri alt fólkið: Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í Dávids staði.” Tað er nógvur ótti nógva staðni í heimininum í dag, eisini her í Føroyum, men boðini frá einglunum vóru og eru framvegis, at tað er ikki neyðugt at óttast. Orsøkin til, at vit ikki skulu óttast, er, at Jesus Kristus er føddur, og Hann livir, Hann frelsir, og Hann hevur umsorgan fyri hvørjum einstøkum menniskja. Alt frá einfaldu hirðunum á markini til ríku vísmennirnar.
 
Hvat hevði Jesus gjørt á jólum í Føroyum? Eg vænti, at Hann hevði gjørt júst tað, sum Hann altíð var vanur at gera, og tað var at vitja og vera saman við teimum, sum ikki altíð høvdu so nógv onnur at vera saman við. Hann hevði víst menniskjum uppmerksemi, umsorgan, kærleika og borið teimum góð tíðindi. Jákup, beiggi Jesus, sigur í sínum brævi: “Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.” Jesus er ikki fysiskt á jørðini longur, men Hann virkar og møtir menniskjum gjøgnum Síni børn, gjøgnum teg og meg.
 
Er tað rúm fyri Jesusi í tínum lívi á jólum? Er tað rúm fyri Jesusi í tínari familju á jólum? Um ikki, so er kanska tíð til at gera rúm fyri Honum og lata Hann brúka teg til at vera ein útrætt hond av uppmerksemi, umsorgan, kærleika og góðum tíðindum til onkran á jólum. Matt 25:40 “Kongurin skal svara teimum: “Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!”
 
Tú ert møguliga í einari einsligari ella avbjóðandi støðu, men tú kanst eisini gera okkurt fyri onkran annan á jólum. Eitt tað størsta nøgdsemið, eitt menniskja kann fáa, tað er at gera okkurt gott fyri onkran annan. Tað er ein tvífald signing.
 
Lat okkum gera veruligt rúm fyri Jesusi á jólum!

 

 

Sí fleiri greinar