Til møtini í Kelduni komandi vikuskifti 19. - 20. november, hava vit forkunnuga vitjan av Carl-Gustaf og Moniku Severin úr Svøríki.
Carl-Gustaf hevur eftir hondini verið nógvar ferðir í Føroyum, og hevur hann veruliga fangað hjørtuni hjá føroyingum við sínum einføldu, kveikjandi og trúarstyrkjandi boðskapum. Hóast Carl-Gustaf ikki er ein heilt ungur maður longur, so er eldhugin fyri boðskapinum um evangeliið sterkari enn nakrantíð.
Hesaferð kemur Carl-Gustaf at undírvísa á bíbliuskúlanum hjá Kelduni við heitinum “Bíblian og pengar”, men fyri teg, sum ikki ert við á bíbliuskúlanum, ber til at hoyra Carl-Gustaf leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnumorgunin kl. 11.00 í Kelduni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!