Nýggj skeið á BSK
Sonja I. Jacobsen, 12.05.2022

Nú eru skeiðini á BSK fyri skúlaárið 2022/2023 almannakunngjørd!

 

Vit eru sera takksom fyri eitt væleydnað fyrsta skúlaár.

 

Skeiðini fyri komandi skúlaár eru:

 

- Kristið familjulív og virðir (Pauli og Jastrid Høj)

- Bíblian og pengar (Carl-Gustaf Severin)

- Myndugleikin hjá tí trúgvandi (Poli Jacobsen)

- Blóðsáttmáli (Ville Männistö)
- Lovsangur og tilbiðjan (Tummas Jacobsen)
- Nýggja testamenti (Búgvi V. Olsen)

 

Les meira um skeiðini HER. 

 

Søk HER. 

 

Til ber at melda seg til øll skeiðini fyri serprís.


Luttøka á BSK er ein íløga í títt andaliga lív.

 

Endamálið við Bíbliuskúlanum Keldan (BSK) er at menna Guds fólk og at gera tey búgvin til at tæna Gudi. Skúlin skal gera tey før fyri at fremja Guds vilja og at byggja ríki Hansara við Orðsins og Andans leiðslu og kraft.

 

Sí fleiri greinar