Títt nei fær fylgir
Kodio, 10.02.2015

Tú kanst siga nei til Gud. Hann tvingar ongan. Hann kallar og bíðar eftir svari tínum.

 

Tað eru nógv, ið á ungum árum hava sagt nei til Gud. Tey vildu ikki hava nakað við Gud at gera. Ikki enn! Tey vendu ryggin til Gud.

 

Tað finst onki, ið pínir Gud so nógv, sum at hoyra eitt nei av munni tínum. Hví? Tí at Hann elskar teg so høgt. Hann spardi ikki Sín egna son, men ofraði Hann fyri tínar syndir. Um tú koyrir Hann frá tær, voldir tú Honum stóra sorg.

 

Gud ynskir ikki at missa nakran. Hann vil vera pápi at øllum. Eitthvørt menniskja er sum ein perla fyri Hann. Ja, Gud hugsaði um teg frá ævinleikanum av. Hann vil tær tað besta. Gev Honum tí ikki eitt kalt nei, tá Hann bankar á tínar hjartadyr.

 

Eitt nei til Gud er eitt nei til Hann, sum skapti teg og sum elskar teg. Hann sær teg sum eina dýrabara perlu, ið ikki má missast burtur. Tí er eitt nei til Gud altíð eitt kalt nei.

 

Sigur tú nei til Gud, verður Gud noyddur at siga nei til tín ein dag. Heldur tú áfram at siga nei til Hann í lívi tínum, so vilt tú hinumegin grøvina møta Guds æviga nei. Í tí løtu kann Gud ikki siga ja til tey, sum her á jørðini hava sagt Honum nei. Gud vil tá ikki longur kall á teg. Tá ert tú uppgivin. Tað blívur eitt hart nei at hoyra. Hart fyri teg eisini.

 

Sig tí ja til Guds kall, so vilt tú einaferð møtast av einum ævigum ja, tá tú bankar á Himmalportrið.

 

Sig ja.

 

Traktat kann heintast niður, sum PDF skjal her: Títt nei fær fylgir 

Sí fleiri greinar