Brandbilur latast til Ukraina
Sonja I. Jacobsen, 04.04.2022

Hesin brandbilurin verður latin til Ukraina, har vit sum samkoma kunnu vera við til at gera mun.

Ætlanin er, at vit fylla bilin við bjargingarútgerð, brandsløkkjarum, fyrstuhjálparkassum og øðrum, sum kann verða til hjálp.

Tit, sum vilja geva okkurt av hesum ella fáa fatur á onkrum, eru vælkomin at lata tað inn til Kelduna, so verður fylt inn í bilin, sum fer avstað skírisdag. 

Tað er Heini Gjerløv, ið hevur ábyrgd av bilinum og kemur at koyra hann til Ukraina.
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Heina tlf. +4523389014 ella Paula tlf. 232511.

Sí fleiri greinar