Møti fyri ung vaksin
Sonja I. Jacobsen, 17.03.2022

Í eina tíð hava vit í Kelduni arbeitt út frá einum tanka um at skipa fyri møtum fyri tey, sum eru ung vaksin, t.v.s. í aldrinum 20 ár og uppeftir. Tú kanska ert undir útbúgving, í læru, í arbeið ella okkurt heilt annað. Tú kanska ert gift/giftur, støk/stakur ella í parlagi. Óansæð hvat fyri bólki tú ert í, so er ætlanin, at hetta skal vera eitt møti, har tú kanst koma og tilbiðja Gud, hoyra eina góða prædiku og njóta hugnaliga samveru saman við øðrum, ið eru í líknandi støðu í lívinum, sum tú.

Fyrsta møti av hesum slag verður sunnukvøldi 27. mars kl. 19.00 í Kelduni.
Veri hjartaliga vælkomin, og tú ert vælkomin at bjóða øðrum við. 

Sí fleiri greinar