til tess at vit ikki skulu verða villleiddir av Sátani; tí at vit eru ikki ókunnigir við svikráð hansara. 2. Kor. 2, 11
Satan, sum í Bíbliuni verður nevndur ”Freistarin”, arbeiðir sum ein royndur fiskimaður.
Í fyrsta lagi veit hann, at fiskar gerast svangir, og hann veit, nær teir velja at bíta á krókin.
Tú skalt vita, at vit eru øll fødd við einum tómrúmi í sálini, sum bara Gud kann fylla, og um tú ikki vendir tær til Hann, vilt tú áhaldandi fylla tað tómrúmið við onkrum skeivum.
So kanst tú spyrja, hvar finni eg tað rætta at fylla tómrúmið við! Í Sálm. 16, 11 stendur: Kunnan gert tú mær lívsins veg; fyri ásjón tíni er fylling av gleði, sæla við tína høgru hond allar ævir.
Tað er týðiligur munur á, hvussu Jósef reageraði upp á freistingarnar hjá konu Potifar, og hvussu Dávid reageraði, tá hann hugdi at Batsebu. Dávid hugdi og helt áfram at hyggja, men Jósef flýggjaði. Úrslitið bleiv, at Dávid heystaði øguliga pínu og hjartasorg, men Jósef heystaði stórt vælsignilsi.
Bíblian sigur í Orð. 1, 10: Sonur mín, tá ið syndarar lokka teg, tá eftirlíka teimum ikki.
Ver ærlig yvirfyri tær sjálvum; viðgang, at tað eru støð, tú ikki skalt geva eftir fyri og veitsluløg, tú ongantíð átti at verið í.
Í øðrum lagi veit Freistarin, hvat agn vil freista fiskin. Næstu ferð onkur ger okkurt galið, og tú freistast at hugsa: ”hatta kundi eg ongantíð funnið upp á at gjørt!”, skalt tú líka taka og spyrja teg sjálvan: ”Hvat man skula til, fyri at fáa meg upp á krókin?” Tú kennir kanska ikki svarið upp á tað í løtuni, men tað ger Satan, og hann er tolin, hann kann bíða eitt heilt lív, um neyðugt. Hann hevur ikki skund. Hann er líka glaður, um tú fellur í ungdómsins lystum ella í seinna enda í lívinum. Lat tí ikki bitan freista okkum at bíta á krókin.
Sólfríð Heinesen hevur týtt úr donskum