Tað kostar einki, men avrikar nógv.
Tað ríkar tey, sum fáa tað, uttan tó at taka nakað frá teimum, sum geva tað.
Tað hendir í einum eygnabragdi, men minnið um tað goymist mangan alt lívið.
Eingin er so ríkur, at hann fær verði tað fyri uttan, og eingin er so fátækur, at hann ikki fær givið burtur av tí.
Tað skapar gleði í heiminum, góðvilja í arbeiði og er tekin um vinskap.
Teim troyttu er tað hvíld, dagslýsi teirra sum kedd eru, teirra sorgarbundnu er tað sólskin og verjir í allari neyð.
Eingin kann keypa tað, krevja tað, lána tað ella stjala tað, tí tað ger ongum nakað verðsins gagn, fyrr enn ein hevur givið tað frá sær til ein annan.
Um onkur skuldi verið ov upptikin og ov troyttur til at smílast til tín, ger tá so væl at smílast til hansara.
Ongum tørvar so mikið til eitt smíl sum tann, sum sjálvur einki smíl eigur eftir at geva frá sær.
Um tú vilt vinna tær vinskap hjá onkrum er reglan hendan: Smíl.
Traktat kann heintast niður, sum PDF skjal her: Um virðið í einum smíli