Leiðaraskifti í Frískúlanum 
Sonja I. Jacobsen, 26.09.2021

Síðani Frískúlin Keldan byrjaði sítt virksemi í 2010, hevur Jastrid Høj verið skúlaleiðari fyri skúlan. Gjøgnum hesi 11 árini hevur Annika Høj staðið við hennara lið sum varaskúlaleiðari og visiónsberari. Samstarvið millum Jastrid og Anniku hevur verið fyrmyndarliga gott, og hava tær staðið saman sum ein ímynd av Frískúlanum øll hesi árini. 

 

Nú skúlaárið 2021/22 er farið í gongd, er tað við einum nýggjum skúlaleiðara. Leiklutirnir hjá Jastrid og Anniku eru býttir um soleiðis, at Annika hevur tikið við sum skúlaleiðari, og Jastrid er nú varaleiðari. Skúlastýrið fegnast um góðu gongdina hjá skúlanum øll hesi árini og vil hjartaliga takka Jastrid fyri hennara trúfesti, yvirgeving og ídni til skúlan. Samstundist vilja vit ynskja Anniku hjartaliga tillukku við nýggju avbjóðingini sum skúlaleiðari og ynskja henni Guds ríku signing í uppgávuni. Vit fegnast mest um, at tær framhaldandi koma at vera í tøttum samstarvi í leiðsluni fyri Frískúlan - og saman við dugnaligu lærarunum og starvsfólkunum á skúlanum føra Frískúlan Keldan enn longur fram á leið. 

 

Skúlastýrið fyri Frískúlan Keldan

 

Sí fleiri greinar